Um Renn fyri lívi
(Vága bjargingarfelag)
Um renn fyri lívi
Renn fyri lívi er ein skipan og app, sum knýtur neyðhjálparar og nærmasta hjartastartara saman við vaktsentralinum á LS. Hetta kann skapa tryggleika og veita skjóta hjálp, ið kann vera á staðnum innan 5 min
Skipanin er ein eyka trygd og hjálp hjá sjúkrabilinumog heilsuverkinum.
Teir sjálvbodnu neyðhjálparnir eru ofta knýttir at ymiskum sjálvbodnum stovnum og felagskapum. Allir neyðhjálparar skulu hava eina snildfon við tøkum data á fyri at kunna móttaka boð í samband við eitt útkall til eina neyðstøðu.
Vága bjargingarfelag setti arbeiði í verk og er eisini eigari av appini ” Renn fyri lívi” Arbeiði at seta skipanina í verk byrjaði í desembur 2019 og í septembur 2020 varð skipanin so endaliga keypt og kom upp at koyra í Føroyum. Skipanin byrjaði í Vágum og varð eftir hetta sett í verk kring alt landið.
Renn fyri lívi er umboðað av hesum fýra royndu persónum, sum hava ymiskar førleikar
Ragnar Jacobsen
Ábyrgdari Skipan og App
Hevur starvast á Sjúkraflutningstænastuni á LS,í 8 ár
TLF: +298592386
Jákup Haraldsen,
Skipan
Jákup starvast til dagligt á Vága Floghavn
TLF: +298212895
Sólfríð Jacobsen
Lækni
Lækni á landssjúkrahúsinum til dagligt
TLF: +298223417
Hans Jákup Wang Jacobsen
AED & Formaður,Vága Bjargingarfelag
Starvast til dagligt á SamskipTLF: +298210237
Finn Lund Henriksen, Medical Director
Hjertemedicinsk overlæge, ph.d. på OUH
Bruno Hansen, Technical Director
General Manager for Geveko ITS A/S
Henrik Schakow, Managing Director
Ambulancebehandler
Per Schorling, Business Development
Direktør for Proces Support A/S
Her er eitt video, sum vísur í stuttum, hvussu skipanin virkar.