Hví Renn fyri lívi?

Ein responstíð uppá undir 5 minuttir kann økja møguleikan fyri at yvirliva eitt hjartastopp frá 10% til 30%

Bráðligt og óvæntað hjartastopp uttan fyri eitt sjúkrahúsumhvørvi (Out-of-Hospital Cardiac Arrest, OHCA) er ein heilsufaklig avbjóðing, ið hevur stóran týdning fyri tann einkulta, familjuna hjá tí rakta og fyri samfelagi sum heild. Bara í Danmark fáa umleið 3.500 danskarar hvørt einasta ár, brádligt, óvæntað hjartastopp, og bert nøkur fá yvirliva. Hóast fleiri og fleiri stór átøk, sær yvirlivilsi enn út til at vera sera lágt við einum samlaðum internationalum yvirlivilsi við útskriving frá sjúkrahúsi á umleið 10 %. Tað er tí talan um ein markantan heilsutrupuleika nationalt eins væl og internationalt.
Átøkini við hjartastopp kunnu stutt lýsast við hjálp frá teimun 4 liðunum í yvirlivilsisketuni, sum øll hava víst seg at vera avgeraandi fyri prognosuna.

  • Skjót ásannan og alarmering
  • Skjót HjartaLungaBjarging (HLR)
  • Skjótur stoytur við nýtslu av hjartastartara og
  • Skjót avansera viðgerð og eftirviðgerð

Tað er altavgerandi fyri møguleikan hjá sjúklinginum av yvirliva, at hjartastoppið skjótt verður ásannað, og at tað verður givið HjartaLungaBjarging (HLR) og skjót nýtsla av hjartastartara. Men í flestu førum er tíðin frá ásannan av hjartastoppinum til sjúkrabilur kemur á staði nógvir minuttir. Tí hevur tað altavgerandi týdning fyri yvirlivilsi hjá sjúklinginum, at vitnir aktivt taka lut í HjartaLundaBjargingini, eftur sum møguleikin at yvirliva fellur við 10 % um minuttin uttan viðgerð. Donsk og international gransking sigur, at ein responstíð uppá undir 5 minuttir i samband við hjartastopp uttanfyri sjúkrahúsumhvørvi kann økja møguleikan fyri yvirlivilsi frá tí núverandi støðinum uppá 10 % til 30.

FirstAED hevur síðani 26. marts 2012 koyrt eitt projekt við útkall av neyðhjálparum og vitnum til akuttar støður via snildfon við GPS, og tað hevur víst seg at virka. Fyrr vóru neyðhjálparar og vitnir kallað út við telefonsamrøðum og SMS við eini responstíð uppá 8 – 10 minuttir. Men nú er hon meira enn hálverað til uml 4 min- og tað bjargar lívum.

Staðseting av neyðhjálparum, sum er tættast at, við GPS 

Renn fyri lívi brúkar tað neyvu knattstøðu, til at útkalla neyðhjálparir. Tær flestu skipanir sum eru,brúka gamla tøkni,til at útkalla neyðhjálparir, nevniliga telefon/sms addressu listar, har sum neyðhjálparir eru skrásettir við arbeiðs addressu ella heima addressu. Tað gevur ongan góðan virkna, um neyðhjálparnir eru á feriu, úti at eta osv. Tá neyðhjálparin er ov langt burturi,til at hjálpa, so má tann næsti á listanum finnast. Hettar merkjur at man missur dýrabar sekund ella minnuttir.

Renn fyri lívi sendur boð út til teir 9 nærmastu neyðhjálparnir, sum her og nú eru nærmast til eitt neyðstað. So skjótt 3 teir fyrstu hava trýst á JA, til útkalli, og skipanin hevur kanna teirra knattstøðu útfrá neyðstaðnum, so fáa neyðhjálparnir hvør sína uppgávu. Hvørt hjartastopp krevur skund hjálp frá neyðhjálparunum, men fyri at tryggja sær 3 persónar, so sendur skipanin boð til 9 persónr. Tað nyttar onki, um man er farin 20 km vekk, at keypa inn ella ert farin á feriu, tann dagin, man hevur brúk fyri tær. Tí skal tað vera pláss fyri, at onkur trýstur á NEI,tá útkalli kemur, á telefonina.

Bólka arbeiði fremur virkni

Hjartastartarir gagna bert, um man veit, hvar teir eru og um man veit, hvussu man brúkar teir. Í staðin fyri at stóla uppá, at ein ella fleiri neyðhjálparir, bara eru til staðar, um so er at eitt hjartastopp hendur. So gevur skipanin Renn fyri lívi boð til neyðhjálparir og gevur teimun eina rollu og vegleiðing og harvið minka um svar tíðina.

Skipanin er gjørd soleiðis, at hvør neyðhjálpari får eina rollu,út frá hvar tey eru staðsett: Tann fyrsti veitur fyrstuhjálp, tann næsti fer eftur nærmasta AED, meðan tann triði eisini veitur fyrstuhjálp og í serligum førið setur seg í smband við vaktsentralin á LS ella 1-1-2. At neyðhjálparir fáa rollir ger, at øll eru klár yvur, hvør skal gera hvat- hettar sparur virðismikla tíð.

Trýst á video, fyri at síggja, hvussu skipanin riggar.